Á jólum í 1984 fór Dynamit fyrstu ferð á pall at spæla til alment tiltak. Gjøgnum 80’ini stórhittaðu teir við sangum sum Omman frá Gjógv, Grøv nummar 13 og fleiri.
Hóast bólkurin í níti árunum hevði langan steðg, komu teir aftur í aftur fyri góðum 10 árum síðani, tá ið teir spældu á Summar Festivalinum, og síðani hevur bólkurin verið betri umtóktur enn nakrantíð áður.
– Eg trúði, at vit spældu høvdu okkara framførslu í 1993, tá ið vit spældu í TB húsinum og takkaðu fyri okkum. Men í 2005 vórðu vit spurdir, um vit vildu spæla á Summar Festivalinum, og tað bleiv ein nógv størri suksé, enn vit væntaðu. Tað gav okkum blóð á tonnina, og síðani eru vit spurdir við jøvnum millumbili um at spæla á Summar Festivalinum, sigur Niclas Heri Jákupsson, sum er annar sangarin í Dynamit.
Fyri fyrstu ferð síðani 2005 eru trý ár liðin, síðani Dynamit seinast spældi á Summar Festivalinum, og tí er bólkur sera spentur at fara aftur á stóra pallin á Vágsbøi fríggjakvøldið á midnátt.
– Vit gleða okkum serliga nógv til Summar Festivalin hesaferð, og vit fara at gera alt fyri at geva fólki eina legendariska framførslu fríggjakvøldið, sigur Niclas Heri Jákupsson.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo