Allir trolbátarnir liggja, bert djúpvatnstrolari er úti og hjá pørunum, sum eru úti, er fiskiskapurin ikki góður.
Tað sigur Fiskamarknaður Føroya millum annað í metingini fyri vikuna.
Eitt ísfiskalínuskip er undir Føroyum, tað landar fyrst í vikuni. Tey trý smærru línuskipini eru eystanfyri, tey landa helst fyrst og mitt í vikuni.
Fimm frystilínuskip eru undir Føroyum, tvey við Ísland og eitt er á veg heim úr Barentshavinum.
Tá veðrið loyvir tí kann roknast við nakað av útróðri.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo