Nú er "rumbul á Dalatingi" - Løgtingi, tí hesi megna ikki at umsita teirra egnu avgerðir. Sumt verður avgjørt av løgtingsins umboðsmanni, annað av landsstýrismálanevnd, og seinast at leita til "Kanningarstjóra"!
Eg havi orsøk til at missa álitið á persónum, men ikki á okkara "Høga Tingi".
Sambært lóg hevur landsstýrismaðurin í fiskimálum heimild til at útluta eykakvotur í uppsjóvarvinnuni. Og tað hevur hann gjørt sambær heimild síni.
Um eg var førur fyri tí og hevði søkt um part av samlaðu kvotuni, men kortini ikki fingið mín vilja, so hevði eg tagt!
Myndugleikin hevur tikið avgerð.
Øll á Tingi vóru so vís í síni avgerð um at broyta skipanina, so vit í Landsstýrinum fingu sokallaða "landsstýrismannaábyrgd".
Hvørt landsstýrisfólk sær hevði ábyrgd av egnum avgerðum, og ikki samlaða landsstýrið!
Var hetta ein røtt avgerð?
Neyvan.
At fáa avhøvdað Jacob Vestergaard er ein óhóskandi avgerð hjá Føroya Løgtingi, tí løgtingið hevur sjálvt tikið avgerð um heimildina hjá Jacob!
Við heimild frá somu fólkum!
Annað mál sum nú er frammi er støðan hjá Bústøðum.
Stovnurin verður stýrdur av eini nevnd - stýri - sambært yvirornaðum myndugleika. Nevndin setir ein stjóra, ið virkar eftir avgerð hjá stýrinum. Um eg minnist rætt, so mælti stjórin alment ímóti avgerð hjá stýrinum - rætta meg, um eg minnist skeivt -. men sovorðið eigur ikki at henda!
Niðurstøða mín er síðan, at herferðin hjá andstøðuni við Høgna á odda saman við almenna fjølmiðlinum er niðurbrótandi fyri okkara veruliga ynski um fólkaræði.
Ivaleyst eru ikki øll samd um tiknar avgerðir, men hetta er skipanin, ið vit ynskja!
Mítt ynski er, at fólk sjálv hugsa seg um og taka avgerðir í málum, uttan treytaleyst at fylgja framstandandi í egnum flokki, ella sum bygdarmaðurin segði á sinni:
"Bróður hevur onga meining, hann er hali - darlar aftaná"!
Eyðun Mohr Viderø
20.10.2021
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo