Hvat ganga vit upp í sum kvinna og maður – og sampakkar tað býtið vit hava heima, millum manna og til gerandis, saman við býtið vit hava, eitt nú, í Løgtinginum?
Vit síggja myndir av monnum úr tunnilsarbeiði, frá H-bygningi, úr sjó- og fiskivinnu, frá húsabyggjaríum, bilasølum og so framvegis.
Vit síggja kvinnur á eldraøkinum, so seint sum í gjárkvøldi Sinnisbati Ung, og vit síggja tær á ellisheimi, dagstovni, sjúkrahúsi og so framvegis.
Tað sum eg vil siga er, at tað er eitt greitt starvs- og áhugabýti í samfelagnum millum menn og kvinnur.
Men hvussu við Løgtinginum, tá alt ov fáar kvinnur eru har, og tær fáu, ístaðin fyri at arbeiða við omanfyri standandi økjum, kanska velja onnur øki, so sum pensiónsviðurskifti, klima- tjóðskapar- og javnstøðuspurningar, ferðavinnu ella at stovna nýggjan banka?
Hvør skal taka sær av vælferðartænastum og sosiala økinum – eitt nú bústøðum, kjarnutænastum til eldri og yngri og umsorgan fyri teimum, sum hava avbjóðingar av ymsum slagi?
Eg spyrji, tí hesi viðurskifti liggja á láni og so seint sum í gjárkvøldi kom neyðarróp frá mammu um sonin, sum skuldi av landinum í fongsul.
Hava vit ikki bæði fíggjarliga og menniskjaliga orku til at taka okkum av okkara egnu?
Jú, radaran megna vit, men hvat við dronginum?
Í dag vóru tøl nevnd úr Tinginum, -tríati milliónir til keyp av fraktskipi og tjúgutríggjar millónir til rakstur. Tað verða ikki settir spurningar, hetta er bara nakað sum skal gerast og man roknar uppá lønsemið við tunnli.
Ímeðan rapar botnurin undan okkum, -sálarsjúka, misnýtsla og ymiskt annað tykist vinda uppá seg, og vit hoyra eitt neyðarrópið fyri og annað eftir.
Skulu vit ikki taka okkum saman og rokna uppá lønsemið á hesum økinum eisini?
Við vón um hjálp til unga dreingin og við vón um framburð.
Bergun Kass
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo