Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Børn, sum eru ávíst út á psykiatriina eru tey, ið bíða nógv longst sambært listanum við bíðitíðum, sum Landssjúkrahúsið almannakungjørdi herfyri. Á listanum sæst, at børn skula bíða í heilar 24 mánaðir. Tíverri er støðan versnandi, tí bíðitíðin er longd við 6 mánaðum ella 25% seinasta árið.

Sambært listanum bíða heili 266 børn! Flestu av hesum børninum hava haft tað trupult í fleiri ár, tí í flestu førum tekur tað nevnliga fleiri ár, at fáa ávísing út á psykiatriina. Útlitini at bíða uppaftur 24 mánaðir, fær flestu børn og foreldur at hákna totalt.

- Hesi venda sær til okkara felag og kæra sína neyð næstan dagliga. Tíverri kunnu vit einans biðja tey, sum hava ráð, at fara til Danmarkar til útgreining. Hini mugu bíða og hava ongan møguleika at fáa skipaða hjálp, psykoedukatión og vegleiðing í Føroyum, tíverri!! 

Gjógvin millum rík og fátøk sæst og merkist kanska ongastaðir júst so væl, sum innanfyri mistrivna hjá børnum!  

Sambært WHO hava 5-7% av øllum menningarólagið ADHD, sum er viðføtt og 80% arvaligt. Vit vita ikki talið í Føroyum, men tilsamans eru helst flerir enn eini 600-800 børn og ung við ADHD í Føroyum. Tað ber heldur ikki til at siga, hvussu nógv eru blivin diagnosteraði í Føroyum, men í oktober 2021 sást samb. settum fyrispurningi í løgtinginum, at 204 børn og ung yngri enn 18 ár fingu heilivágsviðgerð fyri ADHD! Sostatt eru vit rættiliga langt frá at finna øll við ADHD og veita teimum tíðliga og røttu hjálp. 

Tað er fakta, at ódiagnosteraði fólk við ADHD liva 14 ár styttri enn onnur, og eru yvirumboðaði í øllum teimum keðiligu hagtølunum. 

Í einari svenskari kanning søgdu heili 85% av seindiagnosteraðum eldri fólkum, at skúlatíðin hevði verið strævnasta tíðin í lívinum. 

Mistrivnaður millum børn og ung er ikki nýtt - at vit kunna hjálpa teimum er harafturímóti rættiliga nýtt í Føroyum! 

Tíðliga diagnosa og tíðliga hjálp gevur somu lívsgóðsku og lívslongd, sum hjá neurotypiskum, ella sokallaðum normalum børnum. Tí vilja vit koma við hesum neyðarópi vegna bíðandi børnini og foreldur. Peningur og orka má raðfestast beinanvegin fyri at hjálpa hesum børnum og familjum.    

Tað er ein vón, tí vaksinpsykiatriin hevur knekkað kurvina og hevur fingið yvir 120 fólk ígjøgnum seinastu mánaðirnar. Tað vísir, at tað ber til, um peningur og vilji eru til staðar. 

ADHDfelagið hevur aðalfund í Reinsaríinum sunnudagin 19.feb. kl.15, og er bíðitíðin eitti áhaldandi evnunum vit arbeiða við.

Allur listin sæst: TRÝST HER

ADHDfelagið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo