Dan Ashworth er givin sum sportsstjóri í Premier League-felagnum Newcastle.
Tað váttar felagið á síni heimasíðu.
Men hann fær ikki farið í annað starv enn, skriva The Athletic og The Guardian.
Støðan í dag er íkomin eftir at Ashworth um vikuskiftið boðaði frá at hann ætlaði sær at gevast tí hann skuldi skifta til Manchester United, skrivar norska TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo