Sjálvt um tað ikki ljóðar av so nógvum, so kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri New York, at býurin hvørt ár søkkur nakrar millimetrar.
Hetta hendir samstundis sum sjógvurin annars fløðir, og tað kann gera avbjóðingarnar enn størri, vísa jarðfrøðingar á í eini nýggjari frágreiðing.
Serliga galið er á Lower Manhattan, har sum eitt nú Wall Street og One World Trade Center eru.
Síðani 1950 er vatnstøðan hækkað við 22 cm, og tað ger býin meira viðbreknan og útsettan fyri vatnflóð, vísa granskararnir á.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo