Ein ísraelsk sendinevnd skal hitta Hamas leiðarar hósdagin, tað sigur forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, í einum tíðindaskrivi í dag.
Endamálið er at samráðast um ísraelsku gíslarnar, sum Hamas enn hevur.
Onki verður sagt um, hvar tey skulu hittast.
Ein frágreiðing frá Human Rights Watch fyrr í vikuni slerdi fast, at álopið hjá Hamas tann 7. oktobur í fjør hevði til endamáls at myrða so nógv vanlig fólk og taka so nógvar gíslar sum gjørligt. Sambært frágreiðingini vórðu 251 gíslar tiknir undir álopinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo