Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góðu elskaðu til øll! Eg havi fleiri ferðir fingið tann sama spurningin, um hví eg ikki vil koppseta meg? Tað vísir seg, at persónligar og frælsar meiningar um hetta evnið, ið bæði hevur tikið ilt fyri seg og blivið meira og meira avskeplað eftir hondini krevur sítt dirvi, at siga nei takk, tá vit veruliga meina eitt NEI TAKK! Men mítt svar uppá hendan einfalda spurningin, sum eg mangan havi fingið frá ungum og eldri menniskjum, vil eg fegin deila við tykkum øll.

Kunning:
Hoyr, tað er eyðsæð, at fleiri læknar og granskarar annaðhvørt hálova ella ávara menniskju um júst hetta slagið av koppingarevnum, ið er grunda á mRNA teknologi. Tað er nokk av teimum, sum hálova tann politiska trældómin, ið verður lagdur omaná frí og fræls menniskju í fleiri londum í dag. Hetta er rættiliga álvarsamt – tað sum hendir í løtuni. Men, eg síggi eisini, at fleiri fakfólk bukka undir orsaka av tí órímiliga politiska trýstinum í fleiri londum, sum einoygt og hysteriskt hava sett sær fyri, at hetta ivasama og eftir hondini vánaliga slagið av koppseting, er einasti vegurin burturúr Korona.

Tað finnist nógv haldgóð kunning í gransking og hagtølum runt um í heiminum frá fakfólkum á hægsta stigi, ið verður kúga og útihýst av heilum státum. Á tann hátt fáa vit eina einoygda, vantandi og skeiva kunning til alt fólkið. Fólk verða fullkomiliga læst føst. Tey eru hvørki at høgga ella stinga í. Men fleiri stór ivamál um koppseting ímóti Korona hava stungið seg upp á tí medisinska, biologiska, virologiska og immunologiska økinum. Tí velji eg persónliga at vera fyrivarðin. Hetta svarið er ikki úttømandi, men skal fatast sum nakrar týdningamiklar orsøkir hjá mær persónliga hví eg ikki koppseti meg við hesum koppingarevninum.

Skynsemi:
Korona er ikki ein lívshættislig sjúka. Men hon smittar illa. 81 % fáa millum eingi og mild sjúkueyðkenni. 14 % verða rakt av harðari sjúkueyðkennum, ið kunnu samanlíknast við krím (influensa). 5 % fáa hættislig sjúkueyðkenni. 0,3 % av nevndu prosentum eru higartil deyð við/av Koronu í Føroyum. Uppá longri sikt, haldi eg við teimum granskarunum, sum siga, at vit høvdu klára okkum nógv betri við natúrligum immuniteti. Og latið øll frísk vaksin og allan okkara ungdóm og børnini fingið Korona natúrliga. Og harnæst lagt okkum eina við, at gera strategiina fyri sjúkrahús, eldraheim og tey veiku/sjúku í samfelagnum munandi betri. Men tann møguleikin er farin. Vit ætla at koppseta alla verðina fleiri ferðir. Tað er ein hvørvisjón, sum vónandi fleri fólk so smátt byrja, at fáa eyguni upp fyri.

Loyalitur:
Loyalitetur er av órøttum blandaður uppí fría valið í sambandi við koppseting. Minst til, loyalitetur í einum almennum og frælsum samfelag er ikki tvingsil og ei heldur ein kraft, sum skal stýra tí einstaka individinum til, at inntaka nakað slag av medisini ímóti sínum egna vilja. Tað hevði verði vegurin frá demokratiinum til einaræði, ið førir til lógloysi og undirgang. Søgan hevur prógvað tað, sum eg sigi.

Frítt val:
Tað er frítt frælsi at koppseta seg ella ikki. Men tað er illa misskilt av summum, at almenn tilmælir um koppseting skulu bólkatrýstast ígjøgnum. Eitt satt frælst samfelag ger ikki mun á fólki hesum viðvíkjandi. Vit mugu hækka støði og koma víðari, tí lívið er heilagt og heilagleiki er størri enn allur loyalitetur. Við atliti at Korona og tess váða og hagtølum her í landinum, er koppseting ikki ein spurningur um loyalitet og ei heldur solidaritet.

Etikkur:
Tað bioetiska við hesi koppsetingini og eini hvørjari koppseting er, at fólk ikki skulu føla seg trýst til, at verða koppsett fyri onnur menniskju. Tað trýsti haldi eg er grundleggjandi skeivt og tað skapar móttrýst. Tað finnast aðrar strategiir og betri hættir, at verja onnur uppá, uttan at eg skal fylla og áhaldandi endurfylla mín kropp við ivasomum medisini. Sum sjúklingur, skal mítt medisin gagna mær fyrst og fremst. Um so er, at mítt medisin eisini gagnar øðrum, so er tað ein eykavinningur.

Skjalfesting:
So leingi tað fyri mín part ikki finnist nøkur haldgóð medisinsk skjalfesting um mRNA koppseting, ið prógvar, at koppsetingin t.d. (1) styrkir ella minkar um mína immunverju í sambandi við aðrar sjúkur og hvussu umfatandi tey árinini verða fyri mína heilsu, so sigi eg eitt fólkaligt nei takk. Og (2) um koppsetingin viðførir onnur langtíðar hjáárin, sum t.d. at hon skaðar mína heilsu í framtíðini, tá er tað eisini góð orsøk til at siga nei takk. Góðu tit, vit liva mest sannlíkt tryggast, best og longst við natúrligum immuniteti. Soleiðis havi eg skilt hvussu hesi tingini hanga saman. So leingi hetta slagið av dokumentatión manglar í, líka so leingi taki eg tað púra róligt. Tí, Korona er ófarligt fyri tey allar flestu menniskjuni. Tað er eingin grund til panikk.

Tað andaliga:
Eg havi ikki nakran bíbilskan tørv á, at lata meg koppseta ella ikki. Eg livið mítt gudgivna lív av trúgv frá Harranum hvønn dag. Og eg hvíli rættiliga trygt og væl í mínum høgt elskaði Harra og frelsara, Jesusi Kristi. Eg eri tryggur við mína avgerð, um ikki at lata meg koppseta. Hinvegin, so merki eg tær andaligu vibratiónirnar frá heimsandanum (plageånden) í míni sál hvønn dag. Men tann andin kann ikki skaða meg, tí hann er uttanfyri mítt lív. Nógv at tí sum hendir í dag ruggar ikki rætt. Eg veit ikki ordiliga hvat tað er, men Harrin veit tað. Ein partur av politisku avgerðunum og tey menniskju, sum søkja at okkum, sum ikki vilja verða koppsett, er í øllum førum antikristiligt virksemi. Og tað er bíbilskt profetiskt.

Mín bøn og ynski er, at Harrin skal signað hetta landið. Óansæð, so skyldi eg tykkum einans evangeliið og at elska tykkum øll.

Kærar heilsur
R. Ludvig

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo