Skúlablaðið: At broyta námsætlanirnir fyri lærugreinina náttúru og tøkni fer ikki at flyta fjøll; tað heldur Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags, í kjalarvørrinum á, at tað enn einferð er staðfest, at tað ikki stendur so væl til innan náttúruvísindaligu lærugreinirnar í fólkaskúlanum - í øllum førum sambært seinastu PISA-kanning.
- Sjálvandi skulu námsætlanirnar vera góðar, neyvar og framsøknar, men tað er ikki har, eftir mínum tykki, at vit eiga at leggja orkuna, um broytingar og ábøtur skulu gerast. Tað eru fyrst og fremst umstøðurnar at hava hesa lærugreinina í skúlunum, tað vil siga hølis- og arbeiðsumstøður, umframt eftirútbúgving av lærarum, sum fer at gera størsta munin.
Misjavnt er, hvussu umstøðurnar at hava náttúru og tøkni eru í ymsu skúlunum; onkustaðni eru hølini ikki nøktandi, ikki tíðarhóskandi ella nóg høgt raðfest, vísir Herálvur Jacobsen á.
- Tað er rættiliga tíðar- og arbeiðskrevjandi at undirvísa í náttúru og tøkni, tí lærugreinin fatar um nógv viðurskifti, og er tíðin stutt og hølini ikki nóg góð, so sigur tað seg sjálvt, at tað kemur ikki tað burturúr, sum ynskiligt er; nógva staðni er eingin serstøk stova til náttúru og tøkni. Rættiliga nógv tíð av undirvísingartíðini er at arbeiða verkliga, og tað krevur tíð. Tíðin er komin at raðfesta náttúru og tøkni meiri, til dømis við eftirútbúgving av verandi lærarum, tí tað gevur mest. Tað eru alt og fáir lærarar, sum hava náttúru og tøkni á linju, og hetta má okkurt gerast við, soleiðis at fleiri taka henda linjulesturin. Alisfrøði hevur fingið ein tíma afturat á tímatalvuni, og tað er ógvuliga gott, men eisini har eru ov fáir lærarar, sum hava alisfrøði á linju. Nógvir teirra er rættiliga tilkomnir.
Í seinastu PISA-kanning var tað serliga náttúruvísindi, sum hálaðu føroyska miðaltalið niðureftir. Miðal fyri PISA 2015 í náttúruvísindum eru 493 stig, so Føroyar liggja 46 PISA stig niðan fyri miðal. Hetta svarar til meiri enn eitt skúlaársverk. Í náttúruvísindum kunnu Føroyar samanberast við lond, sum liggja í niðara enda av OECD-londunum. Flestu Norðurlondini hava eitt munandi hægri miðaltal í náttúruvísindi enn Føroyar, sum til samanberingar liggur eitt vet niðan fyri Ísland, skrivar Skúlablaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo