Skúlablaðið: Hetta skúlaárið vórðu 20 næmingar innskrivaðir í 1. flokk í Hoyvíkar skúla, og 39 næmingar eru innskrivaðir í 1. flokk næsta skúlaár. Næstan dupult so nógvir næmingar sum árið fyri.
- Tað kunnu vera fleiri grundir til tað hækkaða næmingatalið í Hoyvíkar skúla. Eg fegnist bara um, at næmingatalið er hækkað við 19 næmingum sammett við seinastu innskriving. Hetta er gleðiligt, men samstundis undrar tað meg ikki, at foreldur velja Hoyvíkar skúla. Eg veit, at Hoyvíkar skúli er ein góður skúli við dugnaligum lærarum, sigur Hans Jón Thomsen.
Hans Jón Thomsen sigur, at í ár tóku Hoyvíkar skúli og leiðarin í frítíðarskúlanum í Hoyvík stig til ein kunnandi fund fyri foreldrum at børnum, ið eftir ætlan skuldu byrja í 1. flokki á sumri 2017.
Endamálið við fundinum var at greiða foreldrunum frá skúlagongdini í Hoyvíkar skúla og frítíðartilboðnum í Frítíðarskúlanum í Hoyvík og harvið geva foreldrunum bestu fortreytir fyri at velja, hvar børnini skuldu innskrivast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo