Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Íverksetarahúsið: Ein bólkur úr Skúlanum á Fløtum vann ársins íverksetarakappingin millum fólkaskúlanæmingar við eini slóðbrótandi verkætlan, um at framleiða boxershorts til mannfólk, ið verjur sáðið ímóti fartelefonstrálum.

Tað varð kunngjørt fyri einum fullsettum sali í Norðurlandahúsinum fyrr í dag.

Fríggjadagin 24. februar var ein fullsettur salur í Norðurlandahúsinum karmur um finaluna til SkúlaFM 2017.

Dómsnevndin valdi verkætlanina CellShield, sum 15 ára gomlu genturnar Barbara Reynheim Petersen, Helena Sunnsker og Súsanna Hilmarsdóttir stóðu aftanfyri.

Vánalig sáðgóðska er ein vaksandi trupulleiki og tær tríggjar undrast at onki verður gjørt, fyri at fyribyrgja hesum. Tá mannfólk hava telefonina í lummanum, versnar sáðgóðskan av strálunum og hettar er ein trupulleiki, ið kann seta spor í framtíðina. Tískil fara tær undir at framleiða serlig boxershorts, seymað úr SaniSilvuri, ið verjur sáðið, soleiðis at sáðgóskan ikki versnar, og á henda hátt loysa tær ein altjóða trupulleika.

Vinningurin til vinnandi bólkin var, umframt Gullfræið sum Edward Fuglø hevur sniðgivið, ein kekkur uppá 5.000 kr. sum Eik Banki hevur givið. Harumframt lat Føroya Tele eitt gávukort áljóðandi 1000,- kr til hvønn næming í vinnarabólkinum.

Nummar tvey í kappingini var eisini ein bólkur frá Skúlanum við Fløtum, við eini verkætlan um at virðisøkja og menna føroysku matvøruvinnuna við at bryggja rabarbuvín úr føroyskum rávørum.

Sum nummar trý valdi dómsnevndin eina verkætlan sum næmingar á Skúlanum við Løkin hava gjørt, sum hevur sum mál at minka um dálking av nátturúni og betra um heilsuna hjá fólki við magnetiskum stálsúgvirørum.

Finalan í Skúla FM er endabresturin fyri skúlarnar, sum hava arbeitt við íverksetan síðan skúlaárið 2016/2017 byrjaði.

Tilsamans seks bólkar vóru við í finaluni hesuferð. Øll hugskotini vóru á høgum støði og dómsnevndin metti , at møguleiki var at fara víðari við fleiri av hugskotunum.

Í dómsnevndini sótu Jenny Lydersen úr Mentamálaráðnum, Gunnvá Gaard úr Føroya Tele, og Regin W. Dalsgaard formaður í Íverksetarahúsinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo