Vit her á VP søgdu søguna um torusteinin sum var dottin niður í Gásadali síðstu nátt. Danir gjørdu krav uppá steinin, tí hann var dánarfæ, tað dámdi sum vera mann ikki øllum, men tann sum fann steinin var glaður, tí hann skuldi fáa bæði pannukøkur og ein kekk uppá 20 milliónir krónur í finningarløn á almennari móttøku, varð sagt. Les søguna her
So fara vit til in.fo, sum lumpaði sínar lesarar við søguni um, at Mary og Fríðrikur nú verða prinsur og prinsessa av Føroyum, eftir bretskari fyrimynd. Les søguna her
Íslendska ferðavinnan spældi eisini sínum viðskiftafólki eitt puss, tá netsíðan guidetoiceland fortaldi, at nú fóru pengvinir, sum annars bert liva á syðru hálvkúlu, skjótt at liva í stórum tali í Íslandi. Trupulleikin var bara tann, at lívfrøðingar væntaðu, at tað fór at ganga útyvir lundastovnin, tí tað fór at blíva kapping um føðina. Les meira her
Besta søgan var eftir okkara tykki hon hjá TV2 Nord um donsku reyðsprøkurnar, sum vóru farnar at missa reyðu blettirnar, tí tær vóru so skelkaðar og stressaðar av øllum fólkunum sum svumu nakin júst har sum tær vóru vanar at vera. Fiskimenn vildu hava ólevnaðin at steðga sum skjótast, tí fiskurin bleiv stygdur burtur, og hevði annars ongan prís við ongum reyðum blettum. Søguna sært tú her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo