Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Bátafelagið Naddoddur: Soleiðis sum veðurvánirnar hátta sær í løtuni sær út til, at sveisiski rannsóknarfarin Andy Fitze og manning hansara leggja frá landi á Tvøroyri mánadagin 19. august við seksæringinum Naddoddi hjá bátafelagnum Naddoddi undir seglum til Norra. Tað verður eitt lot upp í frískt lot av útsynningi, altso undanvindur, um forsøgnin heldur.

Ferðin eystur um hav til Norra hevur fingið heitið the Viking Voyage – Víkingaferðin – og gongur sum ætlað, er hetta er ein søguliga vísindalig stórhending.

Til samans seks fólk eru við í ferðini til Norra, teirra millum okkara royndi rógvarin Livar Nysted úr Hvannasundi, ið sum kunnugt hevur róð um heimshøv meira enn einaferð. Hini fimm eru skiparin Andy Fitze og Karla Dana, víkingafornfrøðingur úr USA, umframt trý onnur, sum eru manningin.

Í sambandi við ferðina verður skipað fyri almennum, kunnandi tiltøkum í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi, ið letur upp klokkan 13 við kafé sunnudagin. Allir skúlar í Suðuroynni eru bodnir við. Klokkan 14 siglir Naddoddur á fjørðinum, og báturin leggur at á Drelnesi klokkan 15, tá ið framløga verður í SALT.

Mánadagin 19. august eru allir skúlar í Suðuroynni eru bodnir við til tey ymisku tiltøkini, ið var frá klokkan 9 til 12. Teir smærru næmingarnir eru við frá klokkan 9 til 10.30, og teir størru eru við frá klokkan 9 til 12.
Ymiskar framløgur verða um ferðina, áðrenn seksæringurin loysir og stevnir eystur í hav.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo