Ginn Joga, flogbóltur og dansur á línu vóru bara nakrir av aktivitetunum á sandinum í Sandagerði í dag.
Herfyri sóknaðist kommunan eftir hugskotum til, hvat kommunan kann bjóða í summar.
Knappliga 200 uppskot komu inn, og stívliga helvtin vóru hugskot um, hvat kann gerast í Sandagerði, nú nógv fara at halda summarfrí í høvuðsstaðnum í ár.
Hetta var fyrsta tiltakið av fleiri komandi tíðina.
Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen tikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo