Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Fleiri av ættfólkunum hjá Ólavi á Heygum, kongsbónda í Vestmanna, vóru til staðar, tá standmynd av Ólavi varð avdúkað í dag.

Ólavur á Heygum var framsíggin vinnulívsmauður, hann legði lunnar undir tríggjar fyritøkur, sum í dag mugu sigast at vera av stórum týdningi fyri lívið í Føroyum, nevniliga SEV, Føroya Tele og BankNordik.

Ólavur á Heygum livdi árini frá 1866 til 1923.

Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina, og tað var Mia á Heygum sum avdúkaði hana.

Í nevndini sum hevur arbeitt við at fáa standmyndina gjørda sótu Bjarni Heinesen, Bjørn á Heygum og Bárður á Steig Nielsen.

Myndirnar hevur Andrei Vladut Antal tikið.

Síggj myndirnar her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo