Her eru myndir frá í gjár tá Riddarin hjá Miðvágs Róðrarfelag var flotaður, eftir at RSF hevur givið grønt ljós fyri at tað er loyvt at venja í báti.
Vanligt er at flota bátarnar flaggdagin, tað var ikki í ár, so nú báturin var flotaður var Merkið vundið á stong.
Miðvágs Róðrarfelag hevur í vetur gjørt ábøtur á dráttin við góðari hjálp frá sjálvbodnari arbeiðsmegi, og frá Vága Kommunu, og øðrum fyritøkum í oynni.
Hetta fyri at gera umstøðurnar betur at flota bátarnar.
Myndir: Fróði Poulsen
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo