- Vit valdu Trælanípuna tí tað er vakrasta stað á jørð, sigur ein fegin brúðgómur eftir at hann fekk ja frá síni brúður á Trælanípuni seinnapartin í dag.
- Kona mín Brooke og eg dáma væl at vera úti og tá ið vit hugsaðu um at hava eitt lítið brúdleyp, so valdu vit tað mest náttúruvakra pláss á jørð, sigur Paigemon, tá ið VP spyr, hví hann og kona hansara valdu júst Føroyar og Trælanípuna.
- Kona mín fann Føroyar online. Og tá ið vit sóu myndir av Trælanípuni, so sóu vit beinanvegin at hetta var rætta staðið hjá okkum at giftast.
Tey koma bæði úr Portland, Oregon, men arbeiða bæði í løtuni í Amsterdam.
Sí myndir her (Myndir: Ester Seward)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo