![Koll7](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/8/csm_koll7_55b89c4d93.jpg)
![Koll7](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/2/8/csm_koll7_55b89c4d93.jpg)
Tað var Annfinn Brekkstein, ið sum formaður í mentamálanevndini fekk tann heiður, at seta árligu kvøldsframsýningina í Kollafirði.
- Her verða sýnd tey avrik, sum tit mongu hava gjørt farna skúlaárið. Tað er eisini serliga hugaligt, at kvøldskúlin fevnir um allar aldursbólkar og øki í kommununi. Fleiri enn fjórði hvør næmingur er yngri enn 20 ár, og triði hvør næmingur er millum 40-60 ár. Tey elstu eru høgt í áttatiárunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo