Vinnuhúsið: Hvussu er tað at vera handverkari? Hesin spurningurin var í miðdeplinum tá ávíkavist Vága- og Havnar Handverksmeistarafelag skipaðu fyri ”Greið frá tínum yrki”. Í Tórshavn varð tiltakið hildið í Reinsarínum, Miðlahúsinum og øðrum hølum harumkring, meðan tiltakið í Vágum var á skúlanum á Giljanesi.
”Greið frá tínum yrki” er fyri 8. flokk og fer fram á tann hátt, at næmingarnir verða býttir í bólkar saman við næmingum frá øðrum skúlum. Bólkarnir fara síðani í hvør sítt høli, har tvey yrkislærd taka ímóti teimum. Her hoyra næmingarnir um hvussu tað er at starvast sum handverkari. Sìðani rotera næmingarnir einaferð og hoyra um tvær aðrar handaligar útbúgvingar. Eftir hetta er tiltakið liðugt. Hugskotið er, at onnur í flokkinum hava hoyrt aðrar søgur um handaligar útbúgvingar, sum tey síðani kunnu deilast um.
Tiltakið í Vágum varð fyriskipað av Vága Handverksmeistarafelag. Eisini luttóku ferðavinnufelagið og KT-felagið. Í Tórshavn var tað Havnar Handverksmeistarafelag, sum skipaði fyri, saman við KT-felagnum, Handilsvinnufelagnum, Ferðavinnufelagnum og Heilsurøktarafelagnum í samstarvið við Tórshavnar Kommunu og Miðlahúsið.
Til samans 22 handverkarar og yrkislærd greiddu frá fyri øllum 8. flokksnæmingunum úr Vágum og Tórshavn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo