Í gjákvøldið framførdu 70 næmingar í Tofta- og Runavíkar skúla 70'ara leikin "Bugsy Malone".
Leikurin snýr seg um bardagan millum Fat Sam og Dandy Dan, har Bugsy Malone er mitt í rokanum.
Tað eru 10. flokkarnir í Runavíkar skúla og Tofta skúla, sum framføra.
Leikurin verður sýndur fleiri ferðir í komandi viku.
Myndirnar hevur Hjalmar Jóhan Juul tikið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo