- Tað blívur bara villari og villari, sum onkur helt fyri, tá fleiri 100 bilar úr øllum landinum síðstu nátt savnaðust til árligu rekkjukoyringina í Vágum.
Tað eru eftir hondini fleiri ár síðani at tiltakið byrjaði við heilt fáum bilum, og er øll árini blivið eitt størri og størri tiltak, har fantasiurin fær frítt flog, bara til stuttleikar.
Jógvan Helgi Hansen, myndamaður, var á staðnum, og hann tók hesar myndirnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo