Nú hendi tað aftur, at Løgtingið bleiv drigið inn í eitt verkfall, og aftur upplivdu vit, at samgonguumboð vórðu noydd at atkvøða fyri einum uppskoti, sum tey als ikki vóru glað fyri. Samtíðis er lætt at vera andstøða, tí tað eru hini sum sita við valdið.
Sama støða var eisini í juni 2021, tá eg, sum landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, mátti í Løgtingið við einum uppskoti um undantøk í verkfallinum hjá Pedagogfelagnum. Tað er løgið at eygleiða, hvussu flestu flokkar eru snaraðir 180 stig síðani 2021. Táverandi andstøða var ógvuliga atfinningarsom um júst tað sama, sum tey sjálvi gera nú, og samtíðis finst størsti parturin av núverandi andstøðu at tí sama, sum vit gjørdu tá. Hetta er alt eitt stórt politiskt “spæl fyri gallarínum”, fyri at tekkjast fjøldini.
Hví undantøk?
Tað eru nøkur virkisøki í samfelagnum, sum ikki kunnu leggjast lamin. Eg haldi at Sjúkrarøktarfelagið hevur víst virðing fyri hesum, og hevur loyvt nógvum undantøkum undir verkfallinum. Men tá verkfallið hevur vart í nógvar vikur, og eingin loysn er í eygsjón, so táttar felagið sjálvandi í, fyri at leggja trýst á mótpartin. Men einaferð kemur tað so langt, at politiski myndugleikin noyðist at siga, at nú gongur ikki longur. Tað sum er óheppið við hesum er, at politiski myndugleikin er eisini mótpartur í lønarsamráðingunum. Tí legði eg stóran dent á, í 2021, at eg fór ikki í løgtingið við einum uppskoti, sum snúði seg um lønarspurningin. Tað skuldi bara snúgva seg um tey neyðugu undantøkini, tí hví skulu tey veikastu í samfelagnum líða undir eini lønarósemju? Men tað slepst ikki uttanum, at lønarsamráðingarnar verða ávirkaðar av hesum.
Eg skilji væl, at landsstýrið má handlað, tá Sjúkrarøktarfelagið boðar frá, at klokkan 16 verða eingi undantøk givin meira, samtíðis sum ein sjúkrahússtjóri sigur, at hann kann ikki longur lova, at trygdin á sjúkrahúsinum er í lagi. Hvør vil standa við ábyrgdini, um sjúkrahúsini mugu lata aftur, ella um fólk doyggja orsaka av einum verkfalli?
Mugu fáa fastar reglur
Vit hava ein vælskipaðan arbeiðsmarknað, sum hevur nógv amboð til at loysa ósemjur, men tá talan er um undantøk í verkføllum, er einki amboð tókt. Tí enda málini í Løgtinginum, har ein serlóg verður gjørd til hvørt einstakt verkfall.
Tá eg var landsstýrismaður gjørdi eg eina roynd at fáa hesi viðurskiftini í fasta legu. Endamálið var at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at semjast um, hvørji undantøku skuldu vera heimilað undir verkføllum.
Sjálvandi er tað trupult at fáa semju um hetta, tí fakfeløgini føla, at tey missa ein trumf í lønartrætuni, um ov nógv undantøk verða givin. Tí er tað ikki annað enn rímiligt, at fakfeløgini krevja at fáa nakað afturfyri at missa henda trumfin. Tað sum nú hendir, er at Løgtingið má við lóg taka trumfin frá fakfeløgunum, og tey fáa einki afturfyri. Eisini er hetta við til at gera samráðingarumhvørvið verri, og tað verður truplari at finna semju.
So leingi sum eingin føst avtala er um undantøk, fer løgtingið aftur og aftur at verða drigið inn í lønarósemjur, og líkamikið hvussu atfinningarsamir politisku flokkarnir eru ímóti hesum, meðan teir eru í andstøðu, so fara teir at vera noyddir til at atkvøða fyri tí, tá teir eru í samgongu.
Eg vil tí mæla landsstýrinum til at gera enn eina roynd at tosa við fakfeløgini um henda spurningin. Sjálvandi fara feløgini at krevja okkurt afturfyri, og tað má politiski myndugleikin bara góðtaka. Hetta sum nú gongur fyri seg, kann ikki halda fram.
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo