Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Seinastu vetrarnar hava vit javnan hoyrt um skaðar, sum eru komnir av millum annað ógvusligum brimi, sum hevur verið. Partar av lendingum eru horvnar, tað máar burtur undan bakkum og annað.

Kommunur royna í hvør sínum lagi at gera aftur, og at gera bakkaverjur fyri at verja tað, sum hevur tørv á verju, fyri ikki at fara á sjógv, tá næsta illveðrið herjar. 

Men stórur mangul er á stórum gróti til hetta – og eisini er tað sera kostnaðarmikið. Nógvar kommunur megna ikki hesa tungu uppgávuna. Eisini er styttri millum kostnaðarmiklu skaðarnar, sum standast av illveðri.

Samstundis eru fleiri kommunur, sum áhaldandi byggja síni havnaløg út – og til hetta krevst nógv grót, og eisini nógv stórt grót. Alt hetta til at kunna økja um sítt virksemi, innflyta meira, útflyta meira, meira laks út í firðirnar og innaftur.

Hetta merkir, at størri forbrúk = størri útlát.

Størri útlát = meira veðurlagsbroytingar.

Við øllum okkara útbyggingum er grót ein mangulvøra í Føroyum í løtuni. Vit sprongja stór hol í fjøllini fyri at fáa fatur á grótinum, tí ikki er nóg mikið við tí, sum kemur úr tunlunum, sum eisini verða gjørdir.

Mangulin er so stórur, at fyritøkur og kommunur kanna enntá møguleikan at flyta inn grót úr Noreg.

Nei, lat okkum heldur hugsa eitt sindur meira rationelt og longri fram í tíðina, enn um okkara egna vakstrartørv beint nú.

Landsstýrismaðurin í umhvørismálum segði við úf í gjár í sambandi við ógvusliga veðrið, at vit mugu gera átøk at minka um útlátið.

Hví ikki brúka nakað av hesum stóra gróti skilabetri?

Lat okkum heldur í felag brúka tað til at fyribyrgja ávirkanina av veðurlagsbroytingum, heldur enn at økja um veðurlagsbroytingar.

Gunnhild Dahl Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo