Parasport skipar fyri almennari móttøku á flogvøllinum, nú føroysku ítróttafólkini koma heim frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi.
Føroyingarnir hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum.
Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum í Sørvági.
Fyrivarni verður tikið fyri, um flogfarið ikki lendir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo