Á hugnaligari samkomu í Móttøkuhúsinum í gjár heiðraði Tórshavnar kommuna kórinum Tariru, sum herfyri kom aftur av altjóða kórkapping við ikki færri enn trimum gullheiðurslønum.
Annika Olsen, borgarstjóri, segði í stuttari røðu, at vit vita, at heitið Tarira stavar frá hugaheimi William Heinesens úr skaldsøguni “Glataðu spælimenninir”, har Tarira stígur fram sum ein dreymasjón.
- Føroyingar kenna hana eisini frá standmyndini í Viðarlundini. Og óivað hevur verið hugsað um, at okkurt dreymakent var við framførslum tykkara, harav navnið.
- Seinastu 15 árini hevur Tarira sum úrmælingakór frøtt okkum við kórsangi á altjóða støði.
- Vit hava hoyrt tykkum framført renesansutónleik, jólatónleik, nýskrivaðan tónleik úr verkum, tit sjálvi hava bílagt frá bæði føroyskum og norðurlendskum tónaskøldum - tí hava tit eisini havt fleiri frumframførslur. Og so hava tit eisini fløguútgávurnar at vísa á.
- Kórleiðararnir hava verið nógvir og góðir, tað byrjaði við Sunnleifi Rasmussen, vit hava eisini sæð millum aðrar bæði Kára Bæk og Jóhannes Andreassen í fullum swingi - vit hava sæð tykkum framført saman við Teituri, Tórshavnar Manskóri, sæð tykkum framført Shakespeare, og stór kórverk hava vit eisini sæð og hoyrt.
- Tarira hevur sungið - um mann kann siga tað so - til fleiri kommunal høvi, og afturmeldingin er altíð tann sama: Framførslurnar eru lýtaleysar og á heilt einastandandi høgum støði.
- Og vit fegnast sjálvandi um, at vit eiga so einastandandi talent okkara millum at ríka okkum løturnar við.
- Tí undrar tað kanska ikki so mong, at tit nú komu heimaftur úr Katalonia, har tit hava luttikið á stórari altjóða kórkapping, við ikki færri enn trimum gullmerkjum.
- Og tað undrar als ikki, at tit eftir henda stórsigur eru boðin við til fleiri festivalar. Tit hava SO uppborið henda heiður, sum vit heldur ikki hildu bara skuldi fara stillisliga aftur við borðinum.
- Eg skal vegna Tórshavnar kommunu ynskja tykkum hjartaliga tillukku og øll góð ynski frameftir. Takk fyri tykkara áhaldni, tykkara høga yrkisdugnaskap og takk fyri, at tit við so mong og so ymisk høvi gleða okkum við tykkara dreymakenda sangi, segði Annika Olsen, sum handaði øllum limunum hvør sítt klipp hjá Williami Heinesen av Tariru.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo