Tórshavnar kommuna: Fyrra myndin er tikin á móttøku í Móttøkuhúsinum, har umboð fyri UEFA, Paide Linnameeskond og B36 vitjaðu, har Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, var vertur.
Seinna myndin er tikin í sambandi við móttøku í Móttøkuhúsinum, har umboð fyri UEFA og HB, umframt gestir frá Derry City vitjaðu.
Kvinnan undir liðini á Annfinni Brekkstein, varaborgarstjóra, er councillor Patricia Logue, borgarstjóri í Derry City.
B36 fekk javnleik, tá estlendska liðið, Paide Linnameeskond, vitjaði í gjárkvøldið. Hetta var fyrri dysturin í 1. umfarinum í UEFA Conference League.
Í kvøld, hóskvøldið 13. juli verður fyrri dysturin hjá HB í UEFA Conference League ímóti Derry City FC. Dysturin verður á Tórsvølli, og byrjar kl. 19.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo