Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað er neyðugt, at pensionistar sleppa at arbeiða - um teir ynskja tað – uttan mótrokning.

Sum støðan er nú, tørva vit arbeiðsmegi m.a. á røktarøkinum sjúkrahúsøkinum og innan dagstovnaøkið.

Fleiri stovur á røktarheimum standa tómar, tí tørvur er á arbeiðsfólkum. Tað saman er galdandi innan Sjukrahús, Dagstovnaøkið og onnur økir.

Loysnin áhesum trupulleika liggur beint við hondina og er sera løtt at fremja.

Tak mótrokningina í pensiónini burtur sum skjótast - so pensionistar í Føroyum kunnu arbeiða undir somu treytum sum pensionistar í t.d Danmark.

Tá verður helst ikki neyðugt at kalla foreldur úr arbeiði tí ov fá arbeiðsfólk eru.

Tá verður helst ikki neyðugt at hava fleiri tómar stovur á røktarheimum.

Tá verður helst betri manna á laksa og flakavirkjum okkara osv.

Í Føroyum kann ein pensionistur forvinna at kalla onki - Tí mótrokna verður í pensionini.

Tað ger , at flestu pensionistar lata vera við at taka eitt arbeiði- tí tey verða straffaði fyri at arbeiða í Føroyum.

Hetta má steðga beinanvegin.

Vit hava tørv á at sera nógvir av teimum taka eitt vælfortjent eykatak- uttan mótrokning.  Tað er neyðugt fyri at arbeiðspláss her á landi kunnu verða betri mannaði skjótt.

Viðurskiftini í DK kundu passandi verið sett íverk í Føroyum beinanvegin Har er galdandi:

Hvor meget må man tjene ved siden af folkepension i 2024 (i Danmark)?

Fra 1. januar 2024 påvirker folkepensionisters arbejdsindkomst (indkomst ved personligt arbejde) ikke længere beregningen af folkepensionens grundbeløb og pensionstillæg. Det betyder, at der ikke længere er et loft for, hvor meget folkepensionister må tjene ved siden af deres folkepension.(Í DK)

Burtur við mótrokningini til pensionistar í Føroyum. Beinanvegin. Takk

Marjus Dam

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo