At málið um Samherja er kyknað upp aftur í íslendsku miðlunum Stundin og Kjarninn, kemst av, at telefonin hjá Páll Steingrímsson, skipari hjá Samherja, var stjolin meðan hann lá í respirator á sjúkrahúsi.
Tað upplýsur advokaturin hjá Samherja, Garðar Gíslason, fyri íslendska miðlinum Morgunblaðið.
- Páll var illa sjúkur, so sjúkur at hann lá í respirator. Og sum hann lá soleiðis, var hansara telefon stjolin, sigur Garðar.
Tað skrivar íslendski miðilin Morgunblaðið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo