Fyrrverandi amerikanski forsetin, og valevni hjá republikanarunum til forsetavalið í november, Donald Trump, hevur í kvøld verið fyri morðroynd í Palm Beach í Florida.
Fyrstu tíðindini siga tó, at hann er óskaddur.
CNN og fleiri aðrir miðlar skriva, at skot vórðu latin av nærhendis Donald Trump, men hann er fingin á eitt trygt stað, og hann hevur tað gott.
Donald Trump eigur ein golfvøll í Palm Beach, og hann varð sjálvur hjástaddur, tá skot vórðu loyst av har.
Ein persónur er handtikin í samband við hendingina, frættist.
Hetta er onnur morðroyndin ímóti Donald Trump í stutta tíð. Í Juli mánaða varð hann raktur í oyra av skotum, undir einum veljarafundi í Pennsylvania.
LIVE: Press conference after FBI says Trump target of apparent assassination attempt (youtube.com)
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo