Freistin fyri, nær flogskipararnir hjá SAS skuldu hava nýggjan sáttmála kláran, var klokkan 11 í dag, men hon er enn einaferð vorðin útsett, frættist.
Nýggja freistin er útsett 72 tímar, til mánadagin.
Sum skilst eru framstig hend í samráðingunum, hóast nøkur endalig semja ikki er gjørd.
Eitt møguligt verkfall hjá flogskiparunum hjá SAS rakar eisini flúgvingina hjá skandinaviska flogfelagnum uppá Føroyar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo