Í dag og í morgin verður lágætt og lýtt eftir árstíðini, men dagarnar uppundir sjálva høgtíðina verður høgættin liggjandi og tað kølnar.
Tollaksmessudag frískar hann vindin eitt sindur av útnyrðingi, og jólaaftan er hitin komin niður móti frostmarkinum, men tað verður lítið avfall. Fyrsta og annan jóladag verður meira avfall, helst sum kavi og hitin um frostmarkið.
Ættin verður norðan og útnyrðingur, uppí hvassan vind onkra løtu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo