Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

FF Blaðið/Dennis Holm: Í ár fara føroysk skip at fiska meiri enn 700.000 tons av fiski. Bróðurparturin eruppsjóvarfiskur, restin er botnfiskur og onnur  fiskasløg. Í mun til fólkatalið, so samsvarar hetta við, at hvør føroyingur fiskar umleið 35 kg av fiski hvønn dag í árinum. Talan er um stórar nøgdir, og virðið er eisini stórt.

Avreiðingarvirðið fer í ár at nærkast 4 milliardum kr. í mun til góðar 3 milliardir kr. í 2020.

Hóast nøgdirnar eru stórar, so er heildarmyndin samansett. Meðan svartkjaftastovnurin hevur verið í vøkstri í nøkur ár, og støðan er nøkulunda støðug hjá t.d. makrelstovninum, so er sildastovnurin í minking. Tað eru eisini stórar avbjóðingar við støðuni hjá pørtum av botnfiskastovnunum undir Føroyum við m.a. metlágari toska- og upsaveiðu seinastu árini.

Les alla greinina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo