Nú fáa fólk fyri fyrstu ferð møguleikan at hoyra sangir hjá Modern Talking framførdar live á føroyskum palli.
Thomas Anders, ið var sangari í Modern Talking, verður við á Summar Festivalinum í august, og tá fer hann saman við bólki sínum at spæla øll tey stóru hittini hjá Modern Talking. Sangir sum "You're My Heart, You're My Soul", "Cheri Cheri Lady", "Brother Louie", "You Can Win If You Want", "Geronimo's Cadillac" og fleiri.
Modern Talking var ein av stóru poppbólkunum í 80'unum. Thomas Anders og Dieter Bohlen mannaðu bólkin, og teir høvdu óteljandi sangir á hitlistum kring heimin. Teir seldu 125 milliónir plátur. Modern Talking hevur ikki spælt sum bólkur síðani 2003, men Thomas Anders helt fram við solokarrieru og hevur givið nógvan tónleik út og spælir á konsertum víðahvar.
Nú kemur Thomas Anders við bólki sínum til Føroya at spæla á fyrsta sinni, og tað verður stór løta, tá ið sangirnir hjá Modern Talking, sum eisini vóru so væl umtóktir her á landi, fara at ljóma av pallinum á Vágsbø.
Summar Festivalurin verður hildin dagarnar 3. til 5. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo