Ein fyrrverandi løgmaður skrivar í dag á síni fjantibók um misskilta nationalismu og misskilta merkið, sum veittraði víða um á ólavsøkudegi.
Skammiligt er at lesa um hansara minnivitandi fatan av heimsins viðurskiftum.
Og tí fara vit at seta hesar spurningar:
Var tað misskilt nationalisma, tá ið statirnir, sum seinni gjørdust til USA, tveittu bretar á dyr fyri góðum 200 árum síðani?
Var tað misskilt nationalisma, tá ið norðmenn tveittu sviar á dyr fyri góðum 100 árum síðani?
Var tað misskilt nationalisma, at bróðurparturin av øllum limalondum í ST eru fyrrverandi hjálond?
Vit kundu hildið fram, men steðga her.
At danskir myndugleikar høvdu í flestu førum Merkið í húnarhátt á ólavsøkudegi er bara at fegnast um og eigur at skiljast at teir endiliga hava lagt kongin i flaggstriðnum.
Til samanberingar hava bretskir myndugleikar gjørt hetta imóti sínum UK tjóðum langt aftur í tíð, um vit sjálvandi leggja gomlu hjálandasøguna til viks, sum byrjaði sín enda eftir Seinna Heimsbardaga.
Ikki er tað undarligt, at tað vóru nevniliga teir, ið eiga lívið í okkara merki, saman við okkara sjomonnum.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo