At kvetta samstarv við umheimin hevur als onga positiva ávirkan. Tað hevur tað hvørki fyri ein sjálvan, ella fyri tann sum ein kvettir alt samstarv við.
Russland er nú boykottað av flestu londum í heiminum orsaka av at teir fóru inn í Ukraina, tó at tað var Ukraina sum byrjaði kríggið.
At Ukraina byrjaði kríggið er hvørki loyvt at siga ella skriva í okkara miðlum. Her er tað Blackrock og Vanguard sum gera av hvat kann sendast og ikki.
Blackrock og Vanguard eru í tøttum samstarvi við t.d. Amerikansku stjørnina.
Teir eiga flestu miðlar í heiminum. Teir eiga eisini næstan allar fyritøkur í heiminum.
Tit sum ikki vita hvat Blackrock og Vanguard er, kunnu seta ein tíma av og hyggja á hesa heimasíðu,
Ófriðurin í Ukraina hevur vaksið nógv síðstu tíðina, áðrenn kríggið byrjaði.
Í Ukraina blivu russar riknir frá húsi og heimi, so at ukrainar kundu flyta inn ístaðin.
Nógvir russar blivu eisini dripnir í Ukraina, men heldur ikki hetta kemur fram í okkara miðlum.
Russar eru nú soleiðis innstillaðir, at um onkur kemur inn og drepur 100.000 russar, verður ikki sagt nógv um hetta av russum, men um ein barnakona í Ukraina verður dripin, verður hetta lýst í øllum miðlum í øllum heiminum.
Nú veit eg ikki um Føroya Landsstýri er komið til nakra niðurstøðu viðvíkjandi samstarvinum við russar, men eitt má Føroya Landsstýri gera sær greitt, og tað er, at fer Føroya Landsstýri at boykotta Russland fyri at fara inn í Ukraina, so má Føroya Landsstýri eisini syrgja fyri at boykotta USA fyri allar tær skarnsgerðir tað hevur gjørt, og at boykotta NATO fyri allar tær skarnsgerðir tað hevur gjørt, og so má Føroya Landsstýri heldur ikki gloyma at boykotta Danmark fyri tær skarnsgerðir tað hevur gjørt.
Nei, tað er ikki vegurin fram at boykotta hvør annan.
Føroyingar og Føroya Landsstýri hava klárað tað væl, tá tað kemur til at hava tol við øðrum londum.
Eg vildi ynskt at Føroyar stóðu eftir, um tað so var sum tað einasta landi í heiminum, sum ikki stuðlaðu uppundir at byrja triðja veraldarbardaga, tí tað er akkurát tað øll hesi londini gera, við USA á odda.
Nú er eisini Pólland farið uppí stríðið.
Eg veit væl at fleiri tykkara eru bangin fyri at standa einsamøll við tykkara meining.
Tit ivast í hvat tað kann koma at kosta okkum, um vit lata verða at gera sum øll hini londini gera, men man Hann sum hevur vart okkum til hendn dag ikki halda áfram at varða okkum, um vit gera tað sum rætt er?
Birgir Jakobsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo