Hagstovan: Meðan Suðuroyar sýsla skilir seg burturúr við nógv tí størsta arbeiðsloysinum, er ikki so stórur munur millum allar hinar sýslurnar:
- Minst er tað í Vága sýslu við 0,8%, Norðoya sýslu við 1,0% og Norðstreymi við 1,2%.
- So er eitt lítið glopp upp til Sandoyar sýslu við 1,4%, Eysturoyar sýslu við 1,5%.
- So er aftur eitt glopp upp til Suðurstreym við 1,9%.
- Nógv størst er arbeiðsloysið í Suðuroy við 4,4%.
Í øllum sýslum er arbeiðsloysið hægri hjá kvinnum enn hjá monnum, uttan í Vága sýslu.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá kvinnum í Vága sýslu við 0,5% og monnum í Norðoya og Sandoyar sýslum við 0,8%. Hinvegin er tað hægsta hjá kvinnum í Suðuroy við 5,2%.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo