Orð/Myndir - Sonni Jacobsen: Minnisvarðin yvir sjólætnar sørvingar varð avdúkaður í dag, minningardag teirra sjólætnu. Tað var illsligt veður, so stórur partur av minningarhaldinum var inni í nýggja Kirkjuhúsinum, sum varð tikið í brúk fyrr í ár.
Sørvágs hornorkestur spældi undir til nakrar sjósálmar, sum vórðu sungnir.
Sune Jacobsen, borgarstjóri, greiddi frá tilgongdini við minnisvarðanum.
Í fyrstu syftu fekk Sonni Jacobsen uppgávuna, at savna nøvnini á øllum teimum sørvingum, sum finnast kunnu, sum eru sjólatnir.
Síðan hevur Jóhan Petur á Stongum, arkitektur, átikið sær, at tekna sjálvan minnisvarðan.
Inga Poulsen Dam prestur talaði síðan. So var farið útum at avdúka minnisvarðan. Júst hesa løtuna var ein skái.
Tað vóru Anna Sofía Hvítklett og Bergtóra Nielsen, sum avdúkaðu minnisvarðan.
Eftir avdúkingina var kaffi og køkur at fáa inni í Kirkjuhusinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo