Tann 5. juni 2020 andaðist Tummas Jacobsen, ættaður av Klett í Skálavík, búsitandi í Skopun.
Foreldrini hjá Tummas vóru Ólavur í Geil og Nannu úr Hanusarsovu í Skálavík. Nanna og Ólavur fingu 9 børn, fýra av teimum giftist til Skopunar.
Tummas æt eftir kenda skiparanum Tummas í Hanusarstovu, sum var abbi hansara.
Tummas giftist við Maritu S. Drangberg úr Skopun, tey fingu børnini Irdi, Vivi og Halvard. Marita og Tummas bygdu sær hús í Gerðinum í Skopun. Tað heimið hevur verið eitt trygt heim.
Tummas var sjómaður. Hann lærdi til stýrimann og silgdi úti í mong ár. Geilamennirnir í Skálavík bóru orð fyri, at vera av raskastu sjómonnum, her var Tummas einki undantak.
Sjálvur minnist eg Tummas frá óvitaárum. Tað var so, tá vit vóru børn í Skopun, at nógv skip komu at seta fólk av og fáa fólk umborð. Her minnist eg “Norðfari” koma á Skopun og floytaði eftir báti at koma út til sín. Sjálvur átti eg beiggjar við. Henni Stórá førdi Norðfari.
Her minnist eg Tummas ímillum manningina, ein sera fryntligur og dámligur ungur maður. Eitt, sum sermerkti Tummas var, at hann var so sera góður við ungdóm, eg kenni fleiri, sum bera honum hetta vakra skotsmál.
Tummas og brøðurnir keyptur Fríðborg fyrst í ‘80’unum og fiskaðu teir her á Føroya-leiðini við henni. Seinni vórðu fleiri bátar, sum fóru í Eystursjógvin at fiska, har ímillum var Fríðborg. Teir fingu nógvan fisk við Fríðborg.
Eftir nøkur á í Eystursjónum vóru teir fyri tí vanlagnu, at missa skipið á ein sera óhugnaligan hátt. Á hesum síðsta túri, tá skipið fekk ein sjógv, vóru allir fimm brøðurnir við, teir komu allur frá vanlukkuni við lívinum. Eg havi hoyrt Tummas siga, at har var ein sætti maður við, eg visti væl hvat Tummas meinti við.
Seinni keyptu teir ein annan bát til Eystusjógvin.
Eftir hetta sigldi Tummas nógv við “Skálaberg” og treivst hann væl. Hetta var saman við Samson, sála, fyri tað mesta.
Fyri nøkrum árum síðani byrjaði sjúka at níva henda skilamann, men álíkavæl var hann virkin.
Eg havi havt tað gleði av, at koma at kenna henda merkismann sera væl, hann var ein vitandi maður, sum oftast kundi hann greiða frá tí, sum prátið snúði seg um, tá vit ofta sótu á skrivstovuni og tosaðu um ymiskt.
Tað var eisini sera spennandi at fáa vitan frá hesum manni, tá tað snúði seg um sjógvin og tí, ið har til hoyrdi.
Við hesi havsins kempu hevur bygdin mist ein góðan mann!
Góðu tit, Marita, Irdi, Vivi og Halvard, tit hava mist ein góðan mann, pápa og abba.
Má Guð signa og styrkja tykkum í sorgini.
GíB
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo