Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Góða systir, tann 12. juli 1968 komu vit bæði í verðina eftir at hava ligið í móðurlívi í nýggju mánaðir, og fingu vit hetta tíðarskeiðið knýtt serlig bond, sum tvíburar hava. Eitt orðatak sigur, at eingin veit á morgni at siga, hvar man á kvøldi gistir, og hetta mugu vit bara ásanna. Vit liva oftani lívið, sum um vit eiga tað í ævir, og geva okkum ikki far um, at sjúka kann raka okkum – vit halda oftani, at hetta rakar ikki okkum, men bert grannan, men vit mugu ásanna, at soleiðis er ikki, nú bæði tú systi elskaða, og okkara elskaði bróður eru farin handan sýn á sera ungum aldri.

 

Tá ið vit blivu fødd, var eg meira deyður enn livandi, men tú vart full av lívi, og futtur var í tær. Tað gekk ikki leingi, so grulvaði tú og kom uppá beinini, meðan eg sat tungur á endanum og bara hugdi eftir tær. Skjótt klintraði tú upp eftir hurðakarmum, og seinni var man noyddur at hyggja uppá tekjuna fyri at finna teg. Serliga minnist eg ta ferðina, tá ið tú datt út gjøgnum vindeyga á stovuhædd, og tá ið mamma skundaði sær út til tín, var tað fyrsta, tú segði: Hugin kom ikki við.   

 

Eftir loknað skúlagongd valdi tú at fara á Hotel Vágar at arbeiða. Seinni valdi tú at verða dagrøktarmamma, og tá ið nýggi barnagarðurin var liðugur, so fórt tú at arbeiða har – tú treivst væl at arbeiða við børnum og gekk høgt upp í arbeiðið. Nú ommubørnini komu, so gleddist tú nógv yvir tey, men tú fekst alt ov stutta tíð saman við teimum. Saman við sjúkuni fanst tú veruliga gleðina við lívinum, og høvdu vit øll bara kunnað tikið hendan lærdómin frá tær, mín elskaða systir, at duga at liva lívið og vera til staðar.

 

Tá ið harðast hevur leikað á í mínum lívi, hevur tú altíð verið har fyri meg, tá ið eg havi havt brúk fyri tí, og tað tók hart uppá meg, tá ið eg frætti, at sjúka hevði fastatøkur á tær aftur, og at einki var at gera.  Tú vart ein djørv kvinna, sum valdi at steðga viðgerðini og velja kvalitet heldur enn kvantitet í lívinum – men sum tvíburi mangli eg nú hina helvtina av mínum lívi, og tað er svárt. Ein uggi í allari sorgini er, at eg veit at mamma, pabba og ikki minst okkara kæri bróður taka væl ímóti tær hinumegin sýn, kæra systir, og eg veit, at tú og bróður koma at hava tað stuttligt, nú tit aftur eru saman, tí tit høvdu bæði lívsgleðina.

 

Nú systir er farin, sita maður, børn, verbørn og ommubørn eftir, og mugu tit saman finna styrkina at koma í gjøgnum hesa sváru sorgina. Túsund takk fyri at tit tóku tykkum so væl av systir mínari.

 

##med2##

 

Sum okkara kæri bróður altíð segði: vit síggjast, systir góða.

 

Tvíburabeiggin

Hugin Skaalum

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo