Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ein broyting er í skránni sunnudagin, tá ið minningarhald verður úti í Hesti, nú 100 ár eru liðin síðani syrgiliga skaðadagin, tá ið 11 mans í bygdini sjólótust.

Teistin siglir ikki úr Hesti kl.17. Ístaðin ber til at fara av oynni aftur kl.19:30 eftir minningarhaldið.

Tað var 1. apríl í 1919, at fýramannafarið “Hestoyggin” fórst við fýra monnum.

Seksmannafarið “Roysningurin” fór við sjey monnum út at leita eftir fýramannafarinum, men ongin av bátunum vann upp land aftur, og Hestbygd misti henda dagin 11 mans í besta aldri.

Dagførda skráin fyri minningarhaldið sunnudagin verður henda:

Kl
08.45 Teistin siglir av Gomlurætt út í Hest
09.15 Morgunmatur í bygdarhúsinum
10.30 Kirkjugongd við prestunum Hera Joensen, Bergi D. Joensen og Derhardi Jógvansson
11.45 Farið verður norður til minnisvarðan har borgarstjórin, Annika Olsen heldur røðu
13.00 Ábit í bygdarhúsinum
14.45 Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt
15.30 Kórið Sólarmagn av Velbastað syngur í kirkjuni
19.30 Teistin siglir úr Hesti til Gomlurætt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo