Hóast avbjóðingin á veðurlags- og náttúruøkinum er stór og samansett, kámast hetta evnið tíðum burtur í tíðindameldrinum. Men, nú ætlanirnar eru at seta fleiri vindmyllur upp, m.a. í Klivaløkshaga í Sandoy, er evnið komið fram á breddan.
FNU, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag hevur, sum navnið sigur, sum mál at verja náttúruna. Í grundini eru tað vit sjálvi, sum hótta náttúruna, so hvørt vit taka av henni, tá ið vit byggja hús og bygningar, gera vegir o.s.fr.
At verja náttúruna inniber eisini at tálma veðurlagsbroytingum, sum koma av dálking, tapinum av lívmargfeldi og útláti - eitt nú CO2 útlátinum hjá fossilum orkukeldum, serliga koli og olju. Økta CO2 innihaldið í lofthavinum ger, at hiti, sum kemur frá sólini, sleppur ikki út aftur í rúmdina og tískil hækkar miðalhitin á jørðini.
Veðurlagsbroytingarnar gera seg longu nú inn á føroysku náttúruna og broyta hana, og um vit ikki gera alt, vit kunnu at steðga teimum, er spurningurin, um vit í framtíðini hava nakra føroyska náttúru at verja.
Eitt týðandi stig á leiðini er at fremja grøna orkuskiftið og minka um CO2 útlátið. Fyri at kunna gera tað, mugu vit taka av náttúruni, m.a. fyri at seta vindmyllur upp.
FNU heldur, at um farið verður sakliga til verka, og at avgerðir verða grundaðar á vitan, vit og skil, so ber til at gera nakað við hesa stóru avbjóðing.
Veðurlagsbroytingar og útlit
Tað gongur sjón fyri søgn, at heimsins jøklar bráðna og ikki minst ísurin við pólarnar. Av hesum er vatnstøðan í havinum hækkandi. Stór øki, har milliónir av fólki búgva í dag, fara væntandi undir vatn. Jú heitari luftin er, jú meira vætu kann hon hava í sær. Veðurlagsgranskarar vænta, at av hesum fer summastaðni at regna meira og ódnirnar at vera ógvusligari. Aðrastaðni verður turkur, ógvusligur hiti og skógareldar.
Hækkandi miðalhitin elvir eisini til, at havstreymarnir vikna, og ein av hesum er Golfstreymurin, sum er sera týdningarmikil fyri veðurlagið kring Føroyar, og viknar hann, kann tað fáa stórar avleiðingar um okkara leiðir.
Fólkaflytingar og ófriður
Broyttu liviumstøðurnar fara at gera, at fólk noyðast at flýggja og vit vita úr søguni, at fólkaflytingar føra við sær búskaparligan og politiskan ótryggleika, sum aftur føra til ófrið, kríggj og líðingar.
Tað eru ikki bara menniskju, sum vera noydd at flýggja, men alt livandi. Vit síggja longu nú fuglar, fiskar, djór, skordýr, plantur, bakteriur flyta seg til støð, har tey ikki hava verið áður. Tey, sum ikki megna at laga seg til nýggju umstøðunum, doyggja út.
Ikki tespilig framtíðarútlit
Hetta eru ikki tespilig framtíðarútlit, men hetta er tað, sum granskingin hjá heimsins fremstu veðurlagsgranskarum aftur og aftur hevur boðað frá seinastu árini. Veruleikin er, at vit, allur heimurin, er í eini UNDANTAKSSTØÐU.
Hvat kunnu vit gera?
Eins og øll onnur í heiminum, hava vit eina ábyrgd at gera okkara fyri at tálma CO2 útlátið, og tað kunnu vit gera við at fara frá at nýta fossila orku til at nýta grøna orku.
Og vit í Føroyum hava eina serliga orsøk til at koma í gongd sum skjótast, tí vit eru millum lond, sum fyri hvønn einstakan íbúgva hava hægst CO2 útlát í heiminum!
Grøn orka krevur pláss
Vit vita, at grøn orka krevur pláss, bæði á landi og á sjónum, og tí er tað neyðugt at vit velja tey støð, har vit kunnu fremja grøna orku í Føroyum. Ymiskir møguleikar eru innanfyri grøna orku í Føroyum, eitt nú vatnorka, vindorka, sólorka og sjóvarfalssorka. Hesi krevja øll pláss og umstøður til at framleiða grøna orku.
Vindur, lønsemi og útlát
Seinastu árini eru fleiri vindmyllur settar upp og tað hevur munað væl rætta vegin.
Vindorka er ódýrasti mátin at framleiða elektrisitet, og íløgan verður spard inn aftur eftir tveimum árum. CO2 útlátið, sum kemur frá, tá ið vindmyllur verða framleiddar, verður afturvunnið eftir uml. 9 mánaðum. Við øðrum orðum, ein upplagdur møguleiki hjá okkum við allari vindorkuni, sum vit hava.
Grøna orkuskiftið krevur, sum nevnt, pláss. Men havandi álvarsligu støðuna, sum vit eru á veg inn í vegna veðurlagsbroytingarnar, er neyðugt, at vit síggja ta stóru myndina og meta um, hvørt vit mugu góðtaka at síggja t.d. vindmyllur í landslagnum - ella í minsta lagi venja okkum til at síggja tær.
Lendisætlan fyri Føroyar
Eitt er, at fólk ikki ynskja at hava t.d. vindmyllur í landslagnum, tí tey ikki vilja síggja tær ella hoyra tær. Og als ikki í økinum, har tey búgva, tað sum verður kallað NIMBY (Not In My Back Yard). Ella sum tað stendur í yvirskriftini: VINDMYLLUR, JA, MEN BARA IKKI HER!
Annað er, at vindmyllur hava ávirkan á náttúruna - eins og ein og hvør útbygging, sum krevur, at náttúrulendi verður tikið, hevur tað. Náttúruatlitini eru tí tað fyrsta, sum skal á skránna, áðrenn loyvi verður givið til t.d. at seta ígongd eina vindmylluverkætlan. Og hetta skal verða gjørt eftir føstum mannagongdum at tryggja, at øll neyðug stig verða tikin.
M.a. skal ætlan verða gjørd um, hvussu vegir til vindmyllur verða gjørdir. Er talan um vátlendi, skal hædd verða tikin fyri øllum vatnrenslinum í økinum, tí bara eitt lítið inntriv bæði kann gera stóran skaða á lívmargfeldið, og eisini elva til eitt økt CO2 útlát.
Um hetta ikki verður gjørt væl og virðiliga, er talan ikki um eitt grønt orkuskifti.
Fyri at vit ikki aftur og aftur skulu enda í tvístøðum, eiga lendiskanningar og yvirvøkur at verða gjørdar í øllum Føroyum, so at ein lendisætlan kann verða gjørd, sum so skal verða tikin við, tá ið eitthvørt slag av útbygging verður gjørd, tað veri seg bygningar, vegir, nýuppdyrkingar, havnir ella grøn orka.
Tað er eisini sera týdningarmikið at yvirvøka verður gjørd eftir, at t.d. vindmyllur eru settar upp, fyri at gera tað møguligt hjá fakfólki at meta um avleiðingarnar á náttúruna av slíkum verkætlanum.
Almennur kunningarfundur
Sum nevnt, er avbjóðingin á veðurlags- og náttúruøkinum stór og samansett. Eisini eru tað nógvir partar, sum skulu arbeiða saman. FNU arbeiðir tí, í samráð við Føroya Fuglafrøðifelag, við at skipa fyri almennum dialog/kunningarfundi um viðurskiftini og tvístøðurnar, sum koma upp, tá ið grønar orkuætlanir skulu setast í verk. Ætlanin er, at so nógvir partar, sum møguligt, koma til orðana, m.a. politikkarar, Umhvørvisstovan, SEV, kommunur og umframt FNU og Fuglafrøðifelagið eisini lokalir áhugabólkar.
Nevndin í Føroya Náttúrumhvørvisfelag
17. august 2024
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo