Toymið hjá nývalda komandi forsetanum í USA, Donald Trump, hevur eina ætlan fyri, hvussu tey halda at endi kann fáast á krígnum ímillum Russland og Ukraina
Sambært Wall Street Journal er ein partur av ætlanini, at stríðið skal enda júst har sum hermótið er nú.
So skal eitt avvápnað øki gerast ímillum Ukraina og tann partin av Ukraina, sum Russland longu hevur hersett.
Umframt tað skal Ukraina eisini gloyma alt um Nato limaskap í øllum førum næstu 20 árini.
Nýggi friðurin skal tryggjast við herliðum frá ES, ímeðan herfólk frá bæði ST og USA ikki á nakran hátt skulu blandast uppí stríðið.
USA skal tó halda fram við at stuðla Ukraina við vápnum og hernaðarvenjingum.
Miðilin hevur tíðindini frá ónevndum keldum, sum kortini standa Donald Trump og hansara fólki nær.
Eygleiðarar hava sagt, at ímeðan hetta kanska er søtur musikkur í oyrunum hjá russiska forsetanum, Vladimir Putin, so er tað neyvan tað sum ukrainski fosetin, Volodymyr Zelenskyj vil hoyra. Hann hevur fleiri ferðir gjørt púra greitt, at Ukraina góðtekur onki annað enn fult ræði á øllum landinum, og at øll russisk herlið taka seg úr Ukraina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo