Tað eru sum skilst fólk ið hava samband við felagsskapin hjá Paul Watson ið hava verið í Føroyum og sæð eitt grindadráp í Hvannasundi.
- Eisini smá børn gingu ímillum deyðu hvalirnar og onkur teirra sást sparka ein hval. Tað er ikki rætt, at børn skulu uppliva slíkan tramanskap, kann lesast í greinini í Yahoo News.
- Onki annað land í heiminum hevði loyvt slíkum, halda aktivistarnir sum vilja hava føroysku myndugleikarnar at leggja uppí og steðga grindadrápinum
Eisini skipar miðilin fyri eini atkvøðugreiðslu, har til ber at atkvøða um tað er rætt at lata børn uppliva grindadráp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo