Nevndin í Visit Vágum hevur sett Michael Koba sum fyribilsstjóra fyri Visit Vágar frá 1. apríl 2020. Stjórin byrjar sostatt beinavegin.
Nevndin metir tað vera av stórum týdningi, at felagið virkar optimalt, nú korona-kreppan herjar um alla verðina og rakar føroysku ferðavinnuna so sera hart. Ferðavinnan hevur tørv á nýhugsan, menning og at gera seg klára til at koma fyri seg aftur.
Felagið stendur fyri størri broytingum, umframt at felagið saman við Visit Faroe Islands eisini hevur sett gongd á eina størri menningarætlan fyri Vágar.
Nevndarformaður er Jens Kristian Haraldsen. Visit Vágar hevur 1 fulltíðarstarv og 1 samskiftisfólk ¼ tíð.
Felagið hevur eisini valt at útseta árliga aðalfundin vegna herd Korona-krøv til at savnast.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo