Telegraph skrivar at Gareth Southgate er ynsktur sum Manchester United-venjari. Southgate hevur fingið mikið rós fyri sítt arbeiði við landsliðnum. Southgate gjørdi nýggjan sáttmála við Ongland í oktober, og hevur eina avtalu til eftir HM í 2020.
Solskjær hevur sáttmála við United hesa sesongina. Han er saman við Mauricio Pochettino, Tottenham, størsti favorittur at gerast venjari hjá Manchester United næstu sesong, metir VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo