Metnógv fólk eru avrættað í Saudiarabia í ár.
Higartil í ár eru 101 fólk avrættað, tað skal samanberast við 34 bæði í fjør og fyrraárið, skrivar AFP.
Tey flestu sum verða avrættað eru úr Miðeystri og Norðurafrika.
Sambært Amnesty var Kina í fjør tað landið í heiminum, sum avrættaði flest fólk. Teimum á baki komu Iran og Saudiarabia.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo