Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

MEST: MEST undirskrivaði í gjár sáttmála um at byggja tvær tvíkiljur til alifyritøkuna Hiddenfjord í Vágum. Alt arbeiði verður gjørt í Føroyum  – eisini skrokkurin.

Tvíkiljurnar, sum verða nýbygningur 116 og 117 á MEST, eru báðar 16 metrar langar og 8 metrar breiðar. Tann fyrra verður latin Luna um eitt ár – í november 2023 og hin seinna 4 mánaðir seinni, í mars 2024.

Báðar tvíkiljurnar verða útgjørdar við tveimum MELCAL kranum har tann eini er FL80T og hin FL23T.

Tvíkiljurnar verða veittar við 500 HK motori við “Tier 3” útlátsklassa, hjálpimotori 250 kVA  og 20 tons deksspølum.

Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

“Aftaná at hava latið havrannsóknarskipið Jákup Sverra í 2020 og fimm tvíkiljur seinastu árini eru vit sera fegin um at fáa møguleikan at byggja tvær tvíkiljur fyri Luna komandi mánaðirnar. Hetta er sera umráðandi fyri føroyskt handverk og er við til at styrkja um okkara førleikar innan økið”, sigur Mouritz Mohr, stjóri á MEST.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo