Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Mentanarnevnd Løgtingsins hevur í vikuni vitjað Skúlan á Fløtum saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni.
Regin Marnersson, skúlastjóri, tók ímóti og greiddi frá um størsta skúla í landinum, sum hevur um 800 næmingar.
Stjórin greiddi frá um søgu skúlans, sum er ein samanlegging av Venjingarskúlanum og Kommunuskúlanum í Havn frá 2015. Nýggi stásiligi bygningurin passar til visiónina við samanlagda skúlanum, og hetta eru tey sera væl nøgd við.
Í sambandi við Fólkaskúlaálitið, sum nú kemur til aðalorðaskifti í Løgtinginum, hevur Skúlin á Fløtum eftir umsókn fingið loyvi til at gera royndir við eini broyttari skúlaskipan, sum lagt er upp til í álitinum.
Eingir næmingar hava longri enn 6 tíma skúladag, og fleiri lærugreinar eru umlagdar og samskipaðar fyri at røkka hesum máli. Umleggingin gevur eisini møguleika fyri eini víðkaðari tvílæraraskipan. Skúlastjórin metir, at umleggingin virkar við til, at skúlin røkkur sínum virðum, sum eru: Trivnaður, Treysti og Áræði.
Granskarar frá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum fylgja royndarskipanini, og fara úrslitini at innganga sum partur í víðari fyrireikingini av umleggingini av Fólkaskúlanum, sum arbeitt verður við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo