Sum kunnugt hevur Høgni Hoydal sett sínar teknar í nevndina, sum skal geva honum “tilmæli” um hvørjum hann skal tilluta sokallaðu menningarkvoturnar.
Uppboðssølan hevur virkað so illa, at sami landsstýrismaður nú hevur útsett uppboðssølurnar, tí tað sambært honum sjálvum er best at halda fram við uppboðssølunum, tá menningarkvoturnar eru útlutaðar.
Nú hongur uppboðssølan brádliga nevyt saman við politisku telvingini við menningarkvotum.
Var tað nakar sum segði “marknaðargrundað skipan”?
Handan tjøldini verður dúgliga telvað.
Politiska kabalin við menningarkvotum skal ganga upp.
Kabalin er torfør, tí samlaða nøgdin er ikki meira enn hvat eitt fátal av reiðaríum kann liva av og politiskt útvaldu økini standa jú í kø fyri at fáa “sín rættvísa part” av kakuni.
Menningarkvoturnar geva ov lítið í part, og tí hevur landsstýrismaðurin av sínum eintingum útsett ásettu uppboðssølurnar.
Var tað nakar sum segði “klokkuklárar mannagondir”?
Tað er greitt, at eitt reiðarí í valdøminum hjá Ingolf S Olsen, Tjóðveldi, skal hava sína menningarkvotu.
Eisini er greitt, at Vestmanna skal hava sína.
Tað var jú Pauli T Petersen, Tjóðveldi, sum undir tingviðgerðini kravdi, at politiska úttlutanin skuldi setast í "system" við menningarkvotum.
Var tað nakar sum segði “rættstundis umhugsni”?
Menningarkvotugildið er byrjað.
Politiska telvingin gongur hart fyri seg, og týðandi er at kenna mobilnummarið hjá landsstýrismanninum.
Tað verður spennandi at taka temperaturin í Løgtinginum, tá Løgtingið kemur saman aftur eftir Ólavsøku.
Eitt er vist, at “treytaleysa nærlagni” hjá landsstýrismanninum ikki er til at taka feil av.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo